Er tað rímiligt, at Kringvarp Føroya brúkar 11 minuttir í høvuðstíðindasendingunum til manglandi menstruatiónsvørur á Fróðskaparsetur Føroya? Hevur Bjarni Rasmussen eitt serligt samband við bæði Joe Biden og Donald Trump? Kanst tú missa tummilin av at keypa nakrar tablettir av ritalin?
Teir spurningarnir verða viðgjørdir, umframt at G!, Tórsfest, Pride og ólavsøkan eisini eru á skránni í Frímælt hesa ferð.
Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur og samskiftisfólk í Listasavni Føroya, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Velbastað og miðlamaður í Televarpinum.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Create your
podcast in
minutes
It is Free